VEV-SKÚLAKORT
02-09-2010

P-tal

Loyniorð




Eg havi gloymt loyniorðið
Tey, íð longu hava eitt kort men kortini ikki fingið loyniorð, kunnu senda ein teldupost til
 
Fotografur: Bjarni Nygaard

1. Hví eitt skúlakort?

Við skúlakortinum kanst tú ferðast millum heim og skúla ella útbúgvingarstað við Strandfaraskipum Landsins og Bygdaleiðum fyri bert 2,50 kr hvønn vegin.

2. Hvør kann fáa skúlakort?

Í høvuðsheitum øll - óansæð aldur - ið eru innskrivaði á hægri lærustovn ella miðnámsskúla og sum kunnu fáa útbúgvingarstuðul
Lesið meira her.
Listin yvir hvørji útbúgvingarstøð geva rætt til skúlakort.

 

3. Hvussu fái eg eitt skúlakort?

Áðrenn tú trýstir teg víðari á síðuni, fyri at søkja um skúlakort, skalt tú hava fylgjandi upplýsingar klárar:

  • P-talið

  • Eina teldupost adressu

  • Eina mynd av tær á telduni. Lesið meira um myndakrøv her.

  • Gjaldskort at rinda fyri kortið og áfylling, tilsamans 250,- kr.

4. Hvat hendir, eftir at eg havi útfylt umsóknina?

Tá tú hevur útfylt umsóknarblaðið, verður umsóknin send til útbúgvingarstað títt. Skúlin ella lærustovnurin góðkennir, at tú ert skrásettur næmingur. Strandfaraskip Landsins fær umsóknina, og kortið verður prentað.

Ynskir tú kortini ikki at fáa skúlakort, kanst tú logga inn og angra bíleggingina.

Angrar tú bíleggingina, eftir at kortið er prentað, mást tú venda tær til Strandfaraskip Landsins.

 

5. Trýst her !

...fyri at søkja um eitt skúlakort.

Strandfaraskip Landsins  -  Sjógøta 5  -   Postboks 30  -  FO-810 Tvøroyri  -   Rutuupplýsing: Tlf. 34 30 30
Høvuðsskrivstovan: Tlf. 34 30 00  -  Fax: 34 30 01  -  E-post: SSLKurlaSSL.FO
 
- Fa. PC-Gram -