VEV-SKÚLAKORT
17-05-2012

OSS
1. Hvørjar eru treytirnar fyri nýtslu av kortiFrá "Vegleiðing til Ferðastuðulin innanoyggja" á studul.fo:

Sambært kunngerð nr. 44 frá 2. juli 2004 um útbúgvingarstuðul, kann ískoytisstuðul til ferðing verða latin øllum lesandi, ið nýta Strandfaraskip Landsins til og frá skúla. Stuðulsstovnurin hevur í hesum sambandi gjørt eina avtalu við Strandfarskip Landsins.

Meginreglan í skipanini er, at øll lesandi, ið nýta Strandfaraskip Landsins, gjalda sama gjald fyri at koma í skúla, uttan mun til fjarstøðuna frá skúlanum. Ásett er, at 20 túrar aftur og fram millum heimabústaðin ella útbúgvingarbústaðin og skúlan, t.v.s. 40 túrar kosta tí lesandi kr.100.

Treytin fyri at fáa ferðastuðulin er hin sama, ið er galdandi fyri at fáa útbúgvingarstuðulin.

Nýtslan

  • Tá tann lesandi kemur í bussin ella umborð á skipið, skal kortið latast bussførara/innkrevjara, sum tekur eitt klipp av kortinum. Hetta skal gerast hvørja ferð ferðast verður.
  • Tá tey 40 klippini eru nýtt, kunnu 40 nýggj klipp keypast frá bussførara/innkrevjara við at gjalda kr. 100. Hetta kann bert gerast á tí farleiðini, ið kortið er galdandi.
  • Um ikki øll klippini eru nýtt í einum skúlaári, kunnu tey nýtast næsta skúlaárið.
  • Kortið kann bert nýtast á eini farleið – frá heimabústaði/útbúgvingarbústaði til skúla aftur og fram.
  • Kortið kann bert nýtast eina ferð um dagin aftur og fram í skúla.
  • Kortið kann nýtast av teimum, sum ferðast dagliga og eisini av teimum, sum bert ferðast vikuliga.
  • SSL veitir ikki endurgjald fyri ikki nýtt klipp.
  • Kortið gevur rætt til 20 % avsláttur á øllum farleiðum hjá SSL

Nær skal søkjast av nýggjum, og nær kann kortið ikki nýtast?

  • Tá lesandi skiftir útbúgving ella byrjar nýggja útbúgving, skal hann søkja av nýggjum, t.d. skal tann lesandi, ið hevur gingið á FHS, søkja av nýggjum, tá hann fer á HH.
  • Um so er, at tann lesandi fer í farloyvi, so skal ferðastuðul innanoyggja søkjast av nýggjum, tá farið verður aftur undir lestur.
  • Kortið kann ikki nýtast í summarfrítíðini.
     
Upplýsingar um kortið
  • Kortið, ið er eitt elektroniskt kort, er eitt sokallað “Smart-card”, t.v.s. at eitt mikrochip situr inni í tí. Tað inniheldur nógvar upplýsingar, m.a. nær og hvar tað er galdandi.
  • Áfyllingarnar verða gjørdar í bussinum ella umborð á skipinum.
  • Eitt klipp fer av kortinum, hvørja fer innkrevjarin leggur tað ímóti ferðaseðlamaskinuni og kvittar.

Skiftisskipan

  • Fyrstu tíðina í skúlaárinum, til tann lesandi fær kortið, skal gjaldast núverandi ferðaseðlagjald. t.v.s. einvegis ferðaseðil við 20 % avsláttri.

Minnist til:

  • Kortið er strangt persónligt.
  • Lesandi hava skyldu at gera vart við, um hann/hon gevst á skúlanum, ella tá skúlagongdin er lokin.
     

Strandfaraskip Landsins  -  Sjógøta 5  -   Postboks 30  -  FO-810 Tvøroyri  -   Rutuupplýsing: Tlf. 34 30 30
Høvuðsskrivstovan: Tlf. 34 30 00  -  Fax: 34 30 01  -  E-post: SSLKurlaSSL.FO