|
1. Hví eitt skúlakort?
Við skúlakortinum kanst tú ferðast ókeypis millum
heim og skúla ella útbúgvingarstað við Strandfaraskipum Landsins og
Bygdaleiðum.
|
|
2. Hvør kann fáa skúlakort?
Í høvuðsheitum øll - óansæð aldur - ið eru innskrivaði á hægri lærustovn ella miðnámsskúla og sum kunnu fáa útbúgvingarstuðul
Lesið meira her. GG: ikki dagført (21/7-11) Listin yvir hvørji
útbúgvingarstøð geva rætt til skúlakort. |
|
3. Hvussu fái eg eitt skúlakort?
Áðrenn tú trýstir teg víðari á síðuni fyri at søkja um skúlakort,
skalt tú hava fylgjandi upplýsingar klárar:
|
|
4. Hvat hendir, eftir at eg havi útfylt umsóknina?
Tá tú hevur útfylt umsóknarblaðið,
verður umsóknin send til útbúgvingarstað títt. Skúlin ella
lærustovnurin góðkennir, at tú ert skrásettur næmingur.
Strandfaraskip Landsins fær umsóknina, og kortið verður prentað.
Ynskir tú kortini ikki at fáa skúlakort, kanst tú logga inn og angra bíleggingina.
Angrar tú bíleggingina, eftir at kortið er prentað, mást tú venda
tær til Strandfaraskip Landsins.
|